
Spennandi og avbjóðandi størv á demensdeildini á Gøtubrá!
Brennur tú fyri at skapa heimligar umstøður fyri menniskju, ið hava sjúkuna demens? Og hevur tú áhuga í, at vera partur av at menna fakligu dygdina á deildini? So er tað tær, vit leita eftir.
Eldrasambýlið Gøtubrá er 15 ára gamalt. Húsið er væl innrættað og er í tveimum hæddum. 10 húsfólk búgva á ovaru hæddini, og 8 húsfólk búgva á niðaru hæddini. Demensdeildin húsast á niðaru hæddini, og her starvast allir heilsu fakbólkar, umframt køks- og reingerðarstarvsfólk. Á demensdeildini eru trý starvsfólk á dagvakt, trý starvsfólk á kvøldvakt og eitt á náttarvakt. Náttarvaktin samstarvar við náttarvaktina á ovari hæddini.
Farloyvisstarv
Einum heilsuhjálpara, at arbeiða 28 tímar um vikuna, frá 1. februar 2020 til 31. desembur 2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskiftið.
Fast starv
Einum heilsuhjálpara, at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 1. februar 2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskiftið.
Dentur verður lagdur á at tú:
- Hevur útbúgving sum heilsuhjálpari.
- Hevur serligan áhugað í demensjúkum og eldrarøkt.
- Av lyndi ert tú tolin, nærverandi, jalig/ur, rólig/ur og glað/ur.
- Kann vera kreativ/ur og nýhugsandi.
- Dugir at samstarva við allar fakbólkar.
- Ert broytingarsinnaður
Vit kunna bjóða:
- Innleiðsludagar
- Góðar starvsfelagar
- Eitt arbeiðsumhvørvi, ið er í einari broytingar tilgongd
- Eitt spennandi starv við avbjóðandi og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum
- Møguleika fyri at taka viðkomandi skeið
Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til: Anniku H. Kallsberg, deildarleiðara á Gøtubrá tlf.73 02 52. Umsókn við prógvum, lívsrenslið/CV o.ø. skula vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 16. desembur 2019 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: nand@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.
15. jul 2025

7. jul 2025

7. jul 2025

26. jul 2025

15. jul 2025

10. jul 2025

7. jul 2025

13. jul 2025

15. jul 2025
