Lýsing

Stjóri til Vørn

Søkt verður eftir stjóra til Vørn.


Ábyrgdarøki
Stjórin hevur evstu ábyrgd av dagliga virksemi stovnsins.


Høvuðsuppgávur

  • At tryggja – saman við Fiskimálaráðnum – at stovnurin støðugt mennist og virkar samsvarandi almennum krøvum, tað veri seg føroyskum sum altjóða.
  • At leiða og leggja til rættis virksemi innan øll arbeiðsøki á stovninum.
  • At tryggja gott fiskiveiðieftirlit, eins og góða fyrisiting innan málsviðgerð í sambandi við tænastur, eftirlit og avgreiðslu.
  • At tryggja eina fullgóða tænastu í sambandi við bjarging á føroyskari havleið.
  • At hava ábyrgd av fíggjarstýring og at játtanir vera hildnar.

Førleikar og royndir

  • Viðkomandi útbúgving, førleikar og royndir, ið beinleiðis kunnu setast í samband við ábyrgdarøkið og tær høvuðsuppgávur, sum starvið fevnir um.
  • Fyrimunur er, at umsøkjarin hevur leiðslu - og starvsroyndir, ið kunnu setast í samband við virkisøki stovnsins.
  • Umsøkjarin skal hava góð evni at samskifta í almenna rúminum og beinleiðis við føroyskar og útlendskar myndugleikar, umframt onnur umboð.


Setanartreytir
Starvið verður lønt ájavnt 38. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.


Umsókn
Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir og møgulig viðmæli skal sendast talgilt til Fiskimálaráðið á fisk@fisk.fo ella sum vanligur postur til Fiskimálaráðið, postrúm 347, 110
Tórshavn.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. januar 2020 kl. 12:00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Rógva Reinert, aðalstjóra, telefon 55 32 11.


Vørn er stovnur, sum bygnaðarliga er skipaður undir Fiskimálaráðnum. Uppgávurnar hjá stovninum fevna um høvuðsøkini fiskiveiðieftirlit og bjarging á føroyskari havleið. Bygnaðarligu eindirnar á stovninum eru: Fiskiveiðieftirlitið, MRCC/Th. Radio, Veðurtænastan og skipini Brimil og Tjaldrið. Stovnurin hevur eisini avtalu við Atlantsflog í samband við tyrlutænastu.
Stovnurin hevur í 2019 81 fólk í starvi, og samlaða fíggjarliga játtanin er umleið 63 mió. kr.
www.vorn.fo

Aftur
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024