Lýsing

Fulltrúi til fíggjarstýring og roknskap

Søkt verður eftir fulltrúa at umsita og hava ábyrgdina av fíggjarstýring og roknskapi í Fiskimálaráðnum og
stovnum undir ráðnum.


Høvuðsuppgávurnar eru:

  • Fíggjarstýring.
  • Roknskaparreglugerð, góðkenning av roknskapi og játtanareftirlit.
  • At samskifta, geva svar og frágreiðing um fíggjarspurningar til ymsar myndugleikar, so sum
  • Landsgrannskoðanin, Fíggjarmálaráðið og Løgtingið.
  • At gera tilfar í samband við fíggjarlógaruppskot, eykajáttanaruppskot og uppskot til
    játtanarkarmar.
  • At samskifta við eitt nú Gjaldstovuna og veitarar annars um dagføring og menning av skipanum
    innan økið.
  • At ráðgeva leiðslu og starvsfólki annars í Fiskimálaráðnum í øllum viðkomandi spurningum innan
    fíggjarstýring, roknskap og játtan.

Førleikar

  • Útbúgving á bachelorstigi, HD-2 ella líknandi innan eitt nú fíggjarstýring, grannskoðan og
    roknskap ella royndir og útbúgving, ið kunnu javnsetast við tað.
  • Starvsroyndir og vitan, ið beinleiðis kunnu setast í samband við høvuðsuppgávurnar.
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og evni at samstarva. Týðandi er at megna at skipa arbeiðið eftir
    føstum tíðarleisti og dagfestingum, eins og at megna at arbeiða undir ávísum trýsti.


Forrit og skipanir
Ein uppgáva innan hetta økið er at umsita sáttmálar um KT veitingar, tænastur og møguligt innkeyp.
Tað er fyrimunur at hava kunnleika til Búskaparskipan Landsins, Journalskipanina 360 og Totalview
skrásetingarskipanina. Kunnleiki til aðrar skipanir, ið kunnu samanberast við hesar, verður somuleiðis
mettur sum viðkomandi og kann geva fyrimun.


Setanartreytir
Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskaparog
Løgfrøðingafelag Føroya (BA-skala), ella Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.


Umsókn
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvsroyndir og møgulig viðmæli skal sendast talgilt til
Fiskimálaráðið á fisk@fisk.fo.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. januar 2020 kl. 12:00.
Starvið verður sett skjótast møguligt eftir nærri avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Rógva Reinert, aðalstjóra, telefon 55 32 11.


Fiskimálaráðið er eitt av sjey stjórnarráðum í Landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til
veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 16 starvsfólk. Umsitingarøkið fevnir um bjarging, fiskirannsóknir og –gransking, fiskiveiðieftirlit,
fiskiveiðimál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, tilbúgving, trygd og veðurtænastu.
www.fisk.fo

Aftur
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
HR umsitari
Umsóknarfreist:
4. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025