Lýsing

Heilsurøktari til Norðoya Røktarheim, farloyvisstarv

Vit sóknast eftir

Heilsurøktara í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,75, frá 1. jan. - ella eftir nærri avtalu - til og við 31. des. 2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova. Starvið er staðsett á Niðristovu.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving sum heilsurøktari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. 793430 ella við telduposti til monicaz@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 20. desember 2019.

Aftur
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
Umsóknarfreist:
12. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026