Lýsing

Maskinførari til norðurøkið hjá Landsverki

Landsverk sóknast eftir einum dugnaligum og álítandi maskinførara til norðurøkið at byrja í januar 2020.

 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir
kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða.

 

Førleikar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri.

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum. 

 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

 

Royndir innan fyri hetta arbeiðsøkið eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

 

Setanarviðurskifti 
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Arbeiðsøkið fevnir um alt norðurøkið, tó verður tín arbeiðsstaður á Lambareiði.

 

Í sambandi við vetrarhaldið og kavarudding kann roknast við, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 5 á morgni í norðurøkinum. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði, serliga í  vetrarhálvuni.

 

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. januar 2020.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920 ella umvegis t-post: arja@lv.fo 

Aftur
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026