Lýsing

Avloysari til Heimatænastuna

Vit sóknast eftir

Tímaløntum avloysara til Heimatænastuna at arbeiða eftir tørvi.

Arbeitt verður um dagin, kvøldið og í vikuskiftum.

 

Førleikakrøv og karmar

Heilsuhjálpara- ella heilsurøktaraútbúgving.

Vit vænta, at tú hevur góð samskiftisevni, eins og hug og hegni til at arbeiða heima hjá borgarum í Norðoyggjum og soleiðis stuðla hesum í at búleikast heima sum longst. Somuleiðis vænta vit, at tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum og harvið ymiskar arbeiðsuppgávur frá degi til dags. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðum samstarvsfeløgum.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF og Heilsurøktarafelagið og/ella Heilsuhjálparafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tel. +298 793470 ella við telduposti til perj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 22. januar 2020.

Aftur
Tænaralærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Maskinsmiðir til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
29. jun 2026
Lærlingar til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Framleiðslu­tøkn­ingur til kassavirkið á G…
Umsóknarfreist:
6. jul 2026
Móttøkulærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Fiskarøktari til smoltstøð­ina á Viðareið…
Umsóknarfreist:
30. jun 2026
Kokkalærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Húsasmiðir
Umsóknarfreist:
29. jun 2026
Bussførari til landleiðina
Umsóknarfreist:
2. jul 2026