Lýsing

Heilsuhjálpari til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir

Heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,7 at byrja 1. februar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 11 fólk.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Wanju Petersen, deildarleiðara, á tel. +298 793420 ella við telduposti til wanjap@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 27. januar 2020.

Aftur
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026