Lýsing

Tveir heilsuhjálparar og avloysarar til Økistænastuna í Sandoy

Økistænastan í Sandoyar Sýslu søkir eftir tveimum heilsuhjálparum og summarfrítíðaravloysarum.

Summarfrítíðaravloysarar:
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, vaskifólki og køksfólki at arbeiða í tíðarskeiðinum juni til 31. august 2018.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag, kvøld,náttar- og vikuskiftisvaktir.

Vaktirnar eru á øllum stovnum í økinum og á útiøkinum.

Søkt verður somuleiðis eftir fysioterapeuti ella ergoterapeuti, at arbeiða í tíðarskeiðinum 1. mai til 31.august 2018, ella eftir avtalu.

Arbeiðstíðin liggja í dag tímum, mánadag til fríggjadag.

 

Søkt verður somuleiðis eftir tveimum heilsuhjálparum.

  • Einum at byrja 1. apríl 2018, ella eftir avtalu.
    Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag, kvøld,náttar- og vikuskiftisvaktir.
    Vaktirnar eru á Skerinum og á útiøkinum.

  • Einum at byrja 1.juni 2018, ella eftir avtalu.
    Arbeiðstíðin er í dag og kvøld tímum mánadag til fríggjadag.
    Vaktirnar eru á útiøkinum.

Starvsbrøkurin fyri bæði størvini er 0,75.

Førleikakrøv fyri øll sum søkja

  • Prógv og evt. autorisatión
  • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg.
  • At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum
  • At tú hevur koyrikort.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot@ot.fo.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 19. mars 2018.

Umsóknin skal sendast til

Økistænastuna í Sandoyar Sýslu
Miðgøta 8
Fo-210 Sandur
ella á teldupost ot@ot.fo
Att: Randarsól Kristiansdóttir

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024