Lýsing

Grafikari til Norðlýsið

Norðlýsið søkir eftir einum kreativum, ágrýtnum og sjálvstøðugum grafikara at byrja hálvan februar. Talan er um avloysarastarv, ið møguliga kann gerast til fast starv.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at seta vikuliga blaðið upp, og haraftrat at seta lýsingar upp til heimasíðu okkara.

Tú hevur góðan kunnleika til Adobe forritini – serliga InDesign, Illustrator og Photoshop. Royndir innan yrkið eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu.

Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Jóhann Lützen, stjóra, á tel. 221991.

Umsókn saman við CV skulu sendast til johann@nordlysid.fo. Freistin at søkja starvið er 3. februar.

Aftur
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
27. mar 2026
Lýsing eftir starvs­fólki til Skálagarð í…
Umsóknarfreist:
25. mar 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026