Lýsing

KT-tøkningur til Effo

Søkt verður eftir einum starvsfólki til KT-deildina hjá Effo. Vit bjóða eitt áhugavert starv við góðum arbeiðsumstøðum.

Arbeiðið umfatar m.a at:

  • Vegleiða og stuðla okkara brúkarum kring landið í nýtslu av KT-skipanum
  • Menning, rakstur og viðlíkahald av KT-skipanum og teldum
  • Taka lut í arbeiðinum hjá KT-deildini at framleiða hagtøl
  • Samskipa og menna skjalfestingina av okkara KT-skipanum
  • Loypandi KT-uppgávur


KT-skipanir, sum verða brúktar, eru m.a.:

  • Microsoft Windows stýriskipanir
  • Microsoft Office365
  • Microsoft DynamicsNAV
  • Aðrar KT skipanir
  • Tú hevur tilvísing til KT-leiðaran.

Arbeiðsstaðið verður á høvuðsdeildini á Óðinshædd í Tórshavn.

Tínir førleikar og eginleikar:
Fyri at kunna røkja starvið best møguligt vænta vit við, at tú:

  • Hevur útbúgving innan økið t.d. teldufrøðingur, teldustøðingur ella datanom og /ella hevur hollan kunnleika innan økið
  • Ert fyrikomandi
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Ert tænastusinnað/ur
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt


Vit bjóða:
Eitt avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Møguleikar eru fyri at luttaka á skeiðum.

Lønin verður sett eftir royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum.

Umsókn:
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjarna Joensen, KT-leiðara á telefon 224277.

Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. januar 2020.

Umsóknin skal sendast til hr@effo.fo 

Um Effo
Effo er eitt føroyskt orkufelag hvørs endamál er at veita orku til føroyska samfelagið. Vit hava 200 dugnalig starvsfólk, ið veita ymsar vørur og tænastur til kundar kring allar oyggjarnar. Høvuðsskrivstovan er á Óðinshædd í Tórshavn og virksemið er kring allar oyggjarnar.

 

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024