Lýsing

Heilsuhjálpari til Heimið við Vágna - farloyvisstarv

Vit sóknast eftir

Heilsuhjálpara í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,7 at byrja skjótast til ber til og við 31. januar 2021. Um eingin heilsuhjálpari søkir, tilskilar NBH sær rætt til at seta starvsfólk við aðrari røktarfakligari útbúgving.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi – hóast førleikatarn.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari ella onnur røktarfaklig útbúgving.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tel. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 5. februar 2020.

 

 

Aftur
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Maskin­fólk til Føroya Bjór
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026