Lýsing

Skúlastjóri til Heilsuskúla Føroya

Hevur tú hugsjónir um skúla og útbúgvingarviðurskifti, og ynskir tú at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan økið, hevur tú møguleika at bjóða teg fram sum skúlastjóri í Heilsuskúla Føroya.


Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til Heilsuskúla Føroya at byrja 1. mai 2020 ella eftir nærri avtalu.


Heilsuskúli Føroya er ein skúli, ið varðar av heilsuhjálparaútbúgvingini og heilsurøktaraútbúgvingini. Í løtuni eru fyrireikingar í gongd, soleiðis at nýggja námsfrøðiliga hjálparaútbúgvingin kann byrja í summar. Heilsuskúli Føroya húsast saman við Miðnámsskúlanum í Suðuroy, ið hevur ábyrgd av sjálvum bygninginum í góðum samstarvi við Heilsuskúlan.


Ábyrgd og uppgávur
Skúlastjórin er dagligi leiðari Heilsuskúlans og hevur ábyrgdina av øllum virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum. Skúlastjórin skal tryggja, at allar uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at undirvísing og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.


Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
• at standa á odda fyri at menna Heilsuskúla Føroya
• at hava skynsama fyrisitingarliga leiðslu av skúlanum
• at borga fyri fakligari og námsfrøðiligari dygd
• at tryggja skynsaman fíggjarligan rakstur
• at skapa trivnað og menna starvsfólk í skúlanum

• at menna samstarvið við aðrar skúlar, stovnar o.o., ið varða av økinum


Saman við Uttanríkis- og mentamálaráðnum skal skúlastjórin menna útbúgvingar Heilsuskúlans, so tær alsamt lúka framtíðar krøv, og hann hevur ábyrgdina av, at útbúgvingarnar samsvara galdandi lógum, kunngerðum og reglum.


Skúlastjórin setur í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk í skúlanum.


Persónurin
Rætti persónurin til starvið hevur hug og hegni at leiða og kennir egnar dygdir og avmarkingar. Tað er týdningarmikið, at skúlastjórin hevur evni og vilja at samstarva og samskipa, men samstundis styrkina at kunna standa eina í mótstøðu, uttan at missa fótafestið.


Starvið krevur, at tú skjótt dugir at skapa tær eitt yvirlit í skiftandi støðum og megnar at røkka settum málum. Tú skalt vera framskyggin og hava evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.


Tú skalt hava góð evni at sjóða saman fólk og við einum stimbrandi leiðsluhátti at birta eldhuga millum hesi. Tú skal síggjast í starvinum og skapa virðing og trivnað innanhýsis millum starvsfólk og næmingar umframt uttanhýsis við samstarvspartar o.o. Umráðandi er at skapa trúvirði, vera álítandi og duga væl at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna innliving og virðing fyri hugskotum og sjónarmiðum hjá øðrum.


Førleikar og royndir
Tað er eitt krav, at skúlastjórin hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.


Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur:
• námsfrøðiliga útbúgving og leiðsluútbúgving,
• fyrisitingarligar royndir,
• vitan um og royndir innan útbúgvingarviðurskifti,
• góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum, skandinaviskum og enskum


Setanar- og lønartreytir
Starvið er flokkað samsvarandi 36. lønarflokki sambært Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.


Skúlastjórin skal tola broytingar í setanarviðurskiftunum í sambandi við møguligar bygnaðarbroytingar.


Umsókn
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal sendast til:


Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postsmoga 3279
110 Tórshavn


Ella sum t-postur til ummr@ummr.fo 


Umsóknin skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 4. mars 2020.


Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, á tlf. 555010 ella
t-post PoulGeertH@ummr.fo.

 

Á Heilsuskúla Føroya verða framyvir 3 útbúgvingar bodnar út. Útbúgving til

heilsuhjálpara, ið byrjar tvær ferðir árliga, útbúgving til heilsurøktara og til námsfrøðihjálpara, ið byrja eina ferð árliga. Umleið 70-80 innskrivaðir næmingar eru

árliga úr øllum landinum. Á Heilsuskúlanum starvast í løtuni 9 fastløntir undirvísarir í 7 ársverkum, skrivari, umframt tímaløntir undirvísarir í gymnasialum almennum lærugreinum. Sí heimasíðu skúlans www.heilsuskulin.fo 

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024