Lýsing
Aftur

Heilsurøktari til Suðurstovu á Røtkar- og Ellisheiminum í Runavík

ROÐIN SØKIR EFTIR EINUM HEILSURØKTARA TIL SUÐURSTOVU Á RØKTAR- OG ELLISHEIMINUM Í RUNAVÍK. 

Søkt verður eftir:
Einum heilsurøktara fyri heilsurøktara í farloyvi í tíðarskeiðnum 1. mai 2018 til 31. mars 2020. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri sum hava minnissvinn
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit bjóða tær

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

Søkjur skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

Setanarviðurskifti
Starvið verður til setan 1. mai 2018 og verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eimy Hansen, deildarleiðara í Suðurstovu. Telefon 290209 ella við telduposti til eimyh@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Suðurstovu”.

Umsóknarfreistin er 22. mars 2018.

 

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:
Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.

At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”