Lýsing

Starvsfólk til Skjalhald

Nú hevur tú kjansin at standafyri Skjalhaldi hjá landinum. Gjaldstovan, sum er Føroya størsti KT veitari, skal samskipa 40 av verandi journalskipanum hjá landinum og leitar eftir fólki at standa fyri samskipaðu journalloysnini, sum vit rópa Skjalhald.

Samskipað loysn í Landsneti

Flestu stovnar í Landsneti brúka somu journalskipan. Í dag er eingin samskipað umsiting av journalskipanunum og eingin myndugleiki, ið hevur yvirskipaðu uppgávuna av trygd, dagføringum, bygnaði og tílíkum. Tí hevur landsstýrið gjørt av, at verandi loysnir skulu samskipast í eina loysn.

Starvsinnihald

Tú fert at standa fyri Skjalhaldi og samskipan við aðrar skipanir, ið verða knýttar at loysnini. Tú fært ábyrgd av at seta tænastuna í verk og tryggja, at hon áhaldandi verður ment, so stovnarnir fáa eina munadygga loysn. Tú fert at gera greiningar, kanna markamót, staðfesta tørv, gera kravfestingar og mannagongdir og samskipa avhendanir til Tjóðskjalasavnið. Trygd hevur stóran týdning, og tú skalt í tøttum samstarvið við KT veitarar og KT Trygd á Gjaldstovuni tryggja, at Skjalhald lýkur neyðug trygdar- og lógarkrøv

Umsóknarfreistin er mánadagin 24. februar kl. 12.00, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Aftur
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Timburlærlingur
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Maskin­fólk til Føroya Bjór
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026