Lýsing

2 farmakonomnæmingar til Tjaldurs Apotek, 1 til Suðuroyar Apotek og 1 til Norðoya Apotek

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?


So eru tvey lærupláss sum farmakonomur leys at søkja á Tjaldurs Apoteki, eitt lærupláss á Suðuroyar Apoteki og eitt á Norðoya Apoteki.


Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.


Útbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.


Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólkum í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.


Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.


Til farmakonomútbúgvingina krevst at tú:
• ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur
• dámar nýggjar avbjóðingar
• ert búgvin og tekur ábyrgd
• hevur góð evni at samskifta bæði á føroyskum og donskum í skrift og talu
• brennir fyri at veita góða tænastu og hevur áhuga í sølu
• hevur góð samstarvsevni
• hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
• ert væl fyri í kunningartøkni


Ynskið er, at tú byrjar sum hjálparfólk áðrenn summarfrítíðina. Lærutíðin byrjar 1. september 2020.


Eru spurningar um størvini á Tjaldurs Apoteki, ert tú vælkomin at skriva til Kristinu Ejdesgaard, deildarleiðara, á teldupostadressu kristina.ejdesgaard@apotek.fo ella ringja á tlf. 341100.


Eru spurningar um starvið á Suðuroyar Apoteki, ert tú vælkomin at skriva til Fríða Jensen, apotekara, á teldupostadressu fridi.jensen@apotek.fo ella ringja á tlf. 360300.


Eru spurningar um starvið á Norðoya Apoteki, ert tú vælkomin at skriva til Nannu Knudsen, apotekara, á teldupostadressu nanna@apotek.fo ella ring á tlf. 472501.


Umsókn saman við viðkomandi prógvi og cv skal sendast til input@input.fo í seinasta lagi mánadagin 16. mars 2020. Skriva “Farmakonomnæmingur á Tjaldurs Apoteki”, ”Farmakonomnæmingur á Suðuroyar Apoteki” ella ”Farmakonomnæmingur á Norðoya Apoteki” í yvirskriftina.


Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo 

Aftur
Kreditt­ráð­gevi til privatøkið í Betri Ba…
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Djóralækni til Bakkafrost
Umsóknarfreist:
2. nov 2025
Endur­lýsing: Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna…
Umsóknarfreist:
26. okt 2025
Stýrimaður og maskinmeistari til Vesthav
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Arbeiðs­fólk til móttøku­høll­ina hjá IRF
Umsóknarfreist:
21. okt 2025
Til okkara verkstað í Klaksvík leita vit…
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Starvs­fólk til Bókabúð­ina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. okt 2025