Lýsing

Sølufólk til non-food heilsøluna Arctic Import

Trívist tú við einum fjølbroyttum arbeiðsdegi, at tosa við nógv ymisk fólk, og at starvast í tøttum toymissamstarvi?

Vit sóknast eftir álítandi og ágrýtnum starvsfelaga við tevi fyri tænastu og ráðgeving til sølutoymið, serliga til
at taka hond um kundar okkara innan heilsuøkið.

STARVIÐ
Sum sølufólk hjá Arctic Import fært tú ein fjøltáttaðan og spennandi gerandisdag, sum tú í stóran mun sjálv/ur leggur til rættis.
Høvuðsinnihaldið í starvinum er søla, ráðgeving og uppfylging úti hjá kundum og inni á skrivstovuni. Tú fært ábyrgd av egnum kundaskara, sum í høvuðsheitum er innan heilsu- og røktargeiran.
Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn, men ferðing kring landið er stórur partur av starvinum. Tú fært egnan bil til arbeiðsbrúk.

FAKLIGIR FØRLEIKAR
Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum hevur hug og hegni til uppsøkjandi søluarbeiði. Harumframt vænta vit, at tú:
• hevur góðan kunnleika til Microsoft Office og dugir at seta teg inn í nýggjar skipanir
• hevur skipað arbeiðslag og ert til reiðar at arbeiða eftir málum
• tekur lut í fyrisitingarligum uppgávum, ið viðkoma deildini
• samskiftir væl í skrift og talu á føroyskum og donskum
• ert íðin innan sølu til nýggjar kundar og dugir at fasthalda teir
• hevur koyrikort
• hevur royndir innan heilsuverkið, men hetta er ikki eitt krav
• dugir at seta teg inn i tørvin hjá kundunum og út frá tí finna røttu loysnirnar

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
• Tú ert opin, tænastu- og handilshugað/ur.
• Tú setur eina æru í at geva kundanumallar bestu tænastuna og torir at taka sjálvstøðugar avgerðir.
• Tað fellur tær natúrligt at skapa álitisvekjandi og góð sambond á øllum organisatoriskum stigum, bæði innan- og uttanhýsis.
• Tú ert lættsint/ur, vilt skapa úrslit, tú ert røsk/raskur og áhaldandi í tínum starvi og skilir, at ábyrgdin er tín, men at tey góðu úrslitini verða skapt í samstarvi við onnur.

VIT BJÓÐA
Eitt avbjóðandi starv í góðum arbeiðsumhvørvi við egnum, føstum kundaskara. Tú verður partur av einum eldhugaðum og stuðlandi toymi, og fært góða upplæring og møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Tú tilrættisleggur í stóran mun egnan arbeiðsdag, og vísir beinleiðis til stjóran. Lønin verður sett eftir avtalu.

UMSÓKN
Umsóknarfreistin er 16.03.2020, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Hansen, stjóra, tlf: 233667 ella á eyh@arcticimport.fo 

UM OKKUM
Arctic Import er eitt samtak við deildum í Føroyum, í Danmark og í Grønlandi. Vit eru ein non food heilsøla í støðugari menning, sum bjóðar eitt breitt úrval av gerandisvørum og servørum, til stovnar, skip, almennar og privatar fyritøkur.

Vit leggja dent á, at starvsfólk okkara trívast við sínum uppgávum, og at góð javnvág er millum arbeiðslív og
privatlív.

ARCTIC IMPORT
Smiðjugerði 9
100 Tórshavn
Telefon: +298 60 66 66
Mail: info@arcticimport.fo 
www.arcticimport.fo 

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024