Lýsing

Kokkur til Vørn

Eitt starv sum kokkur við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir:
• Matgerð og proviantering.
• Reingerð av gallu, messu, salong, proviant- og vaskirúmi.
• Annars arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.

Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum skipskokkur.
• Heilsuváttan og Trygdarskeið fyri sjómenn.
• Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

Setanartreytir:
Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er kokkur.

Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi, í seinasta lagi 25. februar 2020 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: journal@vorn.fo 
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo 

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024