Lýsing

Fiskiveiðieftirlitið søkir eftir eftirlitsfólki á landi.

Eitt starv sum eftirlitsfólk á landi, verður hervið lýst leyst at søkja.

Um starvið
Starvið, sum eftirlitsfólk fevnir, m.a. um hesar uppgávur:
• Eftirlit við landingum, avreiðingum og umskipingum í Føroyum.
• At luttaka í øðrum eftirlitsarbeiði, ið tengt er at fiskivinnulóggavuni. Eisini saman við øðrum eftirlitsstovnum.
• At luttaka í eftirlitsarbeiði saman við útlendskum myndugleikum samsvarandi avtalum um millumtjóða eftirlitssamstarv.
• At luttaka í dagliga arbeiðinum á skrivstovuni.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og tann, ið settur verður, skal tola, at arbeiðstíðin verður tillagað arbeiðsuppgávuni. Eftirlitsarbeiðið gongur fyri seg um alt landið, og tí kann væntast nakað av ferðing í samband við arbeiðið.

Førleiki:

• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli, bæði í skrift og talu.
• Tú skal hava góð samstarvsevni, og hava evni at arbeiða sjálvstøðugt.
• Koyrikort til persónbil.
• Góðan telduførleika

Fiskivinnuútbúgving, ella onnur líknandi útbúgving, er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er lønt sambært lønarflokki V.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið.

Tann ið verður settur, eigur at tola broytingar í starvinum, um so er, at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi, í seinasta lagi 24. februar 2020 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:
VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: journal@vorn.fo 
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóhan Simonsen, deildarstjóra ella Lis Magnussen, leiðsluskrivara.

Aftur
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024