Lýsing

Ófulltiknir dekkarar til Vørn

Tvey størv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys.

Starvstíðin sum ófulltikin dekkari, telur sum starvstíð við handilsskipum.

Ert tú ung/ungur, tó minst 18 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.

Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.

Førleikakrøv:

Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.
Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum.

Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi, í seinasta lagi 05. mars 2020 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:
VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: journal@vorn.fo  

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo 

 

Aftur
Røktarstarvs­fólk til Heimatænastuna – en…
Umsóknarfreist:
25. sep 2025
Klinikkassistentur /­ hjálpar­fólk
Umsóknarfreist:
9. okt 2025
Neta- og trolfólk til SÍLNET
Umsóknarfreist:
24. okt 2025
Røktarstarvs­fólk til Uppistovu
Umsóknarfreist:
25. sep 2025
Leiðari til deildina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
21. sep 2025
Meistarar til Bakkanes og Hans á Bakka
Umsóknarfreist:
22. sep 2025