Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðing og heilsurøktara til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir
-       Sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,7 at byrja skjótast til ber. Arbeitt verður í dagvaktum og annaðhvørt vikuskifti.
-       Heilsurøktara á starvsbrøki 0,7 at byrja skjótast til ber. Arbeitt verður í blandaðum vaktum og annaðhvørt vikuskifti.


Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 11 fólk.
 
Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast útbúgving og autorisatión sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari.


Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.


Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:


-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
      NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-       Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
 
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsurøktarafelagið.


Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Wanju Petersen, deildarleiðara, á tel. +298 793420 ella við telduposti til wanjap@nbh.fo.


Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
 
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 16. mars 2020.

Aftur
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Námsfrøð­ingur til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
17. des 2025
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026