Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingar til Heimatænastuna

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Vit sóknast eftir

  • Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á starvsbrøki 0,7, skjótast til ber og fram til 31. desember 2018.
  • Sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á starvsbrøki 0,5 at byrja 1. juni 2018.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

Heimasjúkrarøkt umfatar sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri. Tænastan verður í størsta mun veitt heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum, men fevnir somuleiðis um búeindirnar hjá NBH, eins og røkt og viðgerð í ambulatorii.

Førleikakrøv

  • Útbúgving og autoriasatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan yrki er ein fyrimunur
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Sjálvstøðug og spennandi størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.
Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 26. mars 2018.

 

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024