Lýsing

Heilsuhjálpari í fast starv og tímaløntir avloysarar til Heimatænastuna

Vit sóknast eftir
-        Heilsuhjálpara fulla tíð ella eftir nærri avtalu, skjótast tilber ella frá 1. apríl 2020.
-        Tímaløntum avloysarum til Heimatænastuna at arbeiða eftir tørvi.


Arbeitt verður um dagin, kvøldið og í vikuskiftunum. Starvsfólk í føstum starvi arbeiða annaðhvørt vikuskifti.
 
Førleikakrøv og karmar
Til fasta starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari ella onnur røktarfaklig útbúgving.


Til avloysarastørvini krevst útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari.


Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og hug og hegni til at arbeiða heima hjá borgarum í Norðoyggjum og soleiðis stuðla hesum í at búleikast heima sum longst. Somuleiðis vænta vit, at tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum og harvið ymiskar arbeiðsuppgávur frá degi til dags. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.


Vit kunnu bjóða sjálvstøðug og spennandi størv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðum samstarvsfeløgum.


Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:
-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
-        NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-        Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
 
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF og Heilsuhjálparafelagið og/ella Heilsurøktarafelagið.


Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.


Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
 
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 26. mars 2020.

Aftur
Maskin­fólk til Føroya Bjór
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026