Lýsing

Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti ella ergoterapeuti

Starvið er tíðaravmarkað, 20 tímar um vikuna, at byrja 15. apríl 2018 og eitt ár fram ella eftir avtalu.

Starvið umfatar undirvísing av heilsuhjálparanæmingum og heilsurøktaranæmingum, fyrireiking og tilrættisleggjan í samband við undirvísing í lærugreinunum ”Arbeiðsumhvørvi” og ”Endurmenning”. Starvið umfatar eisini næmingasamrøður, starvsvenjingarvitjanir, vegleiðing í samband við verkætlanarskriving og at hava próvtøkur. Annars at taka medábyrgd av øllum virksemi á skúlanum, at vera við til at menna útbúgvingarnar í áløgdum uppgávum og at luttaka á toymisfundum.

Vit vænta av tær, at tú ert samstarvshugað/ur, hevur royndir við undirvísing og hevur arbeitt innan títt yrki, í minsta lagi í eitt ár. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú hevur tøkniligan áhuga og evnir til at undirvísa við nútíðartøkni.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans, á tlf. 61 42 10 ella við telduposti til heilsuskulin@skulin.fo.

Umsóknarfreistin er 25. mars 2017. Umsóknir, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast til:

Heilsuskúli Føroya
Stílað: Jórun Petersen, leiðari
Grønudalur 2,
950 Porkeri

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024