Lýsing

Fiskimálaráðið søkir eftir avloysara fyri fulltrúa

Starvið
Talan er um eitt avloysarastarv fyri fulltrúa í farloyvi til 1. mars 2021. Starvið fevnir serliga um uppgávur í sambandi við fiskiveiðisamráðingar, sjófeingislógina og fyrisiting í tí sambandi umframt at gera kunngerðir fyri føroysk skip í føroyskum og fremmandum sjógvi og fremmand skip í føroyskum sjógvi. Roknast kann við nakað av fundarvirksemi uttanlands.

Førleikakrøv

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi í til dømis stjórnmálafrøði, fiskivinnufrøði ella løgfrøði.
  • Vit leggja dent á, at tú hevur hegni at síggja møguleikar í eini samráðingarstøðu.
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og við nærlagni, dugir at leggja til rættis, samstarvar væl og virkar til lítar í einum umhvørvi, har mál kunnu hava nógvan skund.
  • Tú hevur eisini lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum.
  • Starvsroyndir innan nevndu høvuðsuppgávur og frá almennari fyrisiting eru ein fyrimunur


Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, har tú fert at arbeiða við fjølbroyttum og fakliga mennandi uppgávum saman við starvsfeløgum, ið hava hollar royndir innan ymiskar yrkisgreinar.

Starvstreytir
Starvsstaðurin er Fiskivinnustovan. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar tess, umframt Løgmanskrivstovuna og stjórnarráðini annars. Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til Fiskimálaráðið, Yviri við Strond 15, Postrúm 347, 110 Tórshavn ella til fisk@fisk.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 2. apríl 2020.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Andras Kristiansen, deildarstjóra, tel. 353241 ella um t-post til andras.kristiansen@fisk.fo.

Fiskimálaráðið er eitt av sjey stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 16 starvsfólk. Umsitingarøkið fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, bjarging, tilbúgving, trygd og veðurtænastu.

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024