Lýsing

Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og tvey avloysarastørv
 
 
Størvini eru:
24 tímar fast starv á skúlaøkinum í Norðoyggjum.
20 tímar á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu. Starvið er tíðaravmarkað til 31. august 2021.
30 tímar í skúlanum á Fløtum. Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2021.
 
Størvini verða sett frá 1. august 2020, ella eftir nærri avtalu.
 
Vit kunnu bjóða:
·      sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
·      fakligt mennandi umhvørvi
·      at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum
 
Førleikakrøv:

  • útbúgving sum heilsufrøðingur
  • løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • áhuga fyri fakligari menning
     
    Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
    Upptøkutreytirnar eru:
  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
  • royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.
     
    Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við
    menningartilgongd.
     
    Lønar- og setanartreytir:
    Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
     
    Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.


Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. apríl 2020 kl. 12.00.


Meiri fæst at vita við at ringja til Elin Ziska, fakligan stjóra í Gigni, tlf. 562310, ella teldupost elinz@gigni.fo 

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024