Lýsing

Frítíðaravloysarar til summarið 2018

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri borgarar í Norðoyggjum, so er tað tær, vit leita eftir at arbeiða sum avloysari í summar.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænasu, NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

NBH sóknast eftir summarfrítíðaravloysarum til Heimatænastuna, Norðoya Røktarheim, Heimið við Vágna, Norðoya Ellis- og Vistarheim, Sambýlið í Bøgøtu, Sambýlið á Heygnum, Mattænastuna og dagtilhaldini Sóljan og Búðatrøð.

Tørvur er á avloysarum fyri,

  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Bilførara til Mattænastuna

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og skiftandi vikuskiftum.

Arbeiðið í Sóljuni, Búðatrøð og Mattænastuni fevnir tó einans um dagtímar og yrkadagar.

Førleikakrøv til størvini

  • Útbúgving og autorisatión svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðug størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfeløg.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær skrivstovuna hjá NBH, á tlf. 410000, yrkadagar millum kl 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi, fríggjadagin 6. apríl 2018.

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024