Lýsing

Søkt verður eftir verkætlanarleiðara

Vegna økt virksemi søkja vit eftir einum verkætlanarleiðara til jørð-, lendis- og leiðingsarbeiði at byrja skjótast gjørligt.
 
Tú kemur at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum, har tín uppgáva verður byggiplássleiðsla, dygdartrygging, planlegging, og samskiftið við byggiharra/ráðgevar og aðrar uppgávur í hesum sambandi. Vit væntað at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evnir at stýra byggiprosjektum.
 
Vit bjóða
·     spennandi arbeiðsumhvørvi
·     góðar arbeiðsumstøður
·     fjøltáttaðan arbeiðsdag
 
Talan er um ábyrgdarfult og sjálvstøðugt starv í eini fyritøku við hollum royndum, við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
 
Førleikakrøv
Byggifrøðingur, verkfrøðingur, byggiteknikari ella viðkomandi starvsroyndir.
 
Vit væntað at tú dugir at nýta:
·     Ms Projekt
·     Excell
·     Word
·     Outlook
 
Eisini er ynskiligt at tú dugir væl at samskifta bæði í skrift og í talu á føroyskum og donskum.
 
 
Starvið verður lønt eftir avtalu. Upplýsingar um starvið fáast á tel. 554040 ella á telduposti kjartan@kanjon.fo .
 
Umsóknir saman við viðkomandi skjølum, kunnu sendast við telduposti til kjartan@kanjon.fo 
 
Seinasta freist at søkja starvið er fríggjadagin 24. apríl.
 

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024