Lýsing

Arbeiðsfólk til Grótbrotið

-       Klaksvíkar kommuna søkir eftir arbeiðsfólki til Grótbrotið at byrja skjótast gjørligt.
 
Arbeiðsuppgávur
Dagligu arbeiðsuppgávurnar eru, saman við leiðaranum í Grótbrotinum, at halda økið væl skipað, so at innkeyp, søla og útflýggjan av gróti og øðrum tilfari, sum hoyrir einum grótbrotið til, er nøktandi. Harumframt kunnu aðrar fyrifallandi uppgávur koma fyri.
 
Førleikakrøv
Í starvinum leggja vit dent á, at tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/ur og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til vinnu og borgarar í Klaksvíkar kommunu.
Umsøkjarin skal hava koyrikort til bil. Tað er ein fyrimunur um umsøkjarin hevur royndir at arbeiða við stórum maskinum, sum verða nýttar til tílíkt arbeiðið.
 
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Arbeiðarafeløgini. Tann, ið verður settur, skal kunna tola møguligar broytingar í starvinum.
 
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til aksalp@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík. Mrk. Arbeiðsfólk til grótbrotið.  Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai kl. 12.00.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Aksal Petersen, leiðara í Grótbrotinum, á tel. 228280.  

Aftur
Maskinsmiðir til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina við Áir
Umsóknarfreist:
30. jun 2026
Móttøkulærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Kokkalærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Fiskarøktari til smoltstøð­ina á Viðareið…
Umsóknarfreist:
30. jun 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
29. jun 2026
Húsasmiðir
Umsóknarfreist:
29. jun 2026
Framleiðslu­tøkn­ingur til kassavirkið á G…
Umsóknarfreist:
6. jul 2026