Lýsing

Skipari til Jákup Sverra

Søkt verður eftir skipara til nýggja havrannsóknarskipið “Jákup Sverri” at byrja skjótast gjørligt.
 
Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:
 
–       Hevur høvuðsábyrgdina av skipinum.
–       Hevur høvuðsábyrgdina umborð at allar viðkomandi skipanir verða fylgdar. Hesar eru m.a. ISM-skipanin og góðskuskipan, reinføri o.l. í sambandi við dagliga virksemið umborð.
–       Skal seta seg inn í viðkomandi lógir og reglur, ið Havstovan og skipið arbeiðir eftir.
–       Skal arbeiða í tøttum samstarvi við “túrleiðaran” á Havstovuni fyri hvønn túr.
–       Annað fyrifallandi arbeiði.
 
Førleikakrøv:
 
–       Skipsførara útbúgving.
–       Heilsuváttan fyri sjófólk.
–       Galdandi prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgeri og onnur viðkomandi skeið.
–       Góðan førleika at samskifta.
–       Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
–       Stórur dentur verður lagdur á at umsøkjarin hevur fiskiroyndir við trolara og royndir undir Føroyum.
 
Setanartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er skipari.
 
Umsóknir
 
Skrivligar umsóknir við CV og avrit av viðkomandi prógvum og møguligum ummælum, skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 2. juni 2020.
 
Umsóknin skal sendast til:
 
 
Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn
ella teldupost: hav@hav.fo 
 
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erling í Liða, reiðara (erlingl@hav.fo, tlf. 35 39 00).

Aftur
Handilslærl­ingur til Telebúðir­nar í Klak…
Umsóknarfreist:
6. apr 2026
Húsasmiðir til Norð­urøkið
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Maskin­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026