Lýsing

Ergoterapeutur til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka

Vit sóknast eftir
Ergoterapeuti til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka.
Talan er um eitt farloyvistarv á starvsbrøki 0,8 frá 1. juni 2020 (ella skjótast møguligt) til og við 31. mai 2021.
Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:
·       At kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri borgarum og seta átøk í verk í mun til hetta
·       At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
·       At vera partur av rehabiliteringstoyminum
·       At hava ábyrgd av hjálpartólum
·       At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
·       At vera við í visitering og visitera til reingerð
Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í Ergo- og fysioterapeuteindini Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.
 
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur.
Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á rehabilitering og sostatt stuðlar eldri borgarum í at búleikast heima sum longst og megna sín gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hins einstaka.
Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av støðugu menningini av tilboðum og tænastum.
Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul og virkisfús/ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
-        NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-        Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
 
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Ergoterapeutfelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara á tel. 793460 ella við telduposti til hedevigm@nbh.fo.


Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, fríggjadagin 29. mai 2020.

Aftur
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Maskinførari
Umsóknarfreist:
22. mar 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024