Hjálpar- og reingerðarfólk til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sóknast eftir hjálpar- og reingerðarfólki til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka. Talan er um fast starv yrkadagar á starvsbrøki 0,9 frá 1. august 2020.
Ábyrgdarøkið hjá tær verður:
· At hjálpa til við venjingum í Ven og Virka
· Reinhald av hølunum hjá Ven og Virka og Smæruni
· Annað fyrifallandi arbeiði
Karmar og førleikakrøv
Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á rehabilitering og sostatt stuðlar eldri borgarum í at megna sín gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hins einstaka.
Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú kemur at hjálpa til við teim ymsu uppgávunum á eindini.
Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta og at eggja og stuðla eldri borgarum í at varðveita ella betra um virkisførleikan.
Heilsufaklig útbúgving kann vera ein fyrimunur.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini hjá NBH, sum er soljóðandi:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella millum KAF/FMR og Heilsurøktarafelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara á tel. 793460 ella við telduposti til hedevigm@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av møguligum prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, mánadagin 15. juni 2020.
20. jun 2026
30. jun 2026
25. jun 2026
28. jun 2026
21. jun 2026
28. jun 2026
25. jun 2026
28. jun 2026
30. jun 2026
22. jun 2026