Lýsing

Vilt tú vera við til at menna størstu búskaparskipanina í Føroyum?

Gjaldstovan leitar eftir KT mennara til Búskaparskipan landsins
 
Starvið
 
Høvuðsuppgávan er at menna og umsita størstu búskaparskipanina í landinum, ið er avgerandi partur av føroysku búskaparstýringini. Tí verður stórur dentur lagdur á støðugt at menna loysnir til føroysku fyrisitingina. Deildin í Klaksvík stendur fyri menningaruppgávunum í Búskaparskipan landsins.
 
Búskaparskipanin fatar um allan almenna roknskapin og av nýggjum skipanum, ið vit nýliga hava ment, kunnu nevnast:
 
·       ferðaavrokningarskipan til at umsita uppgerð av uttanlandsferðing
·       skipan til Løgtingið at stuðla undir arbeiðinum við fíggjarlóg
·       konsernuppbygd debitorskipan
 
 
Starvsinnihald
 
Høvuðsuppgávan er at umsita og menna Búskaparskipan landsins.
 
KT trygd er ein av grundarsteinunum í øllum virkseminum á Gjaldstovuni, og hevur Búskaparskipan landsins ábyrgdina av, at tænasturnar verða riknar trygt og effektivt. Arbeiðsuppgávurnar eru eisini:
 
·       at hava eftirlit við markamótum til nógvar og ymiskar loysnir
·       at hava eftirlit við at allar flytingar eru gjørdar frá skipanum, ið hoyra undir Búskaparskipan landsins, soleiðis at roknskapurin altíð er dagførdur
·       at skipa fyri at uppstiga skipanir, undir hesum at samskipa royndarkoyringar o.tíl.
·       at standa fyri at menna verandi arbeiðsgongdir í Búskaparskipan landsins
·       at samskifta við KT veitarar
 
Tøknin í nógvum av tænastunum í Búskaparskipan landsins er bygd á Oracle. Umframt Oracle brúka vit :
 
·       Oracle APEX, sum er ein rammuskipan til at menna vevskipanir
·       samskiftisloysnir við aðrar KT loysnir, sum verða mentar sum vevtænastur í Heldini, sum er partur av Talgildu Føroyum
·       Lasernet, sum m.a. verður nýtt til at menna útskriftir
·       PL/SQL, sum er innbygda málið í Oracle dátugrunnum
·       SQL
 
Aðrar skipanir verða mentar í løtuni, og hevur tú hug at gerast partur hesum, vilja vit gjarna hava eina umsókn frá tær.
 
Førleikar og útbúgving
 
Vit ímynda okkum, at tú hevur í minsta lagi útbúgving, sum samsvarar við telduatstøðing ella bachelor í KT.
 
Tað er týðandi, at tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi, tí nógv samskifti er við starvsfelagar, brúkarar og  KT veitarar. Búskaparskipan landsins stuðlar undir almenna roknskapin, og tí er tað ein fyrimunur, hevur tú góða fatan av roknskapi.
 
 
Setanar- og lønarviðurskifti
 
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving, tú hevur.
 
Tú fert at starvast í einum nýhugsandi og framfýsnum KT umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum. Vit stremba eftir, at karmarnir eru góðir at gera arbeiðið til fulnar.
 
 
Starvsstaður
 
Starvsstaðurin er á skrivstovuni í Klaksvík og kann seinni verða broyttur til Albert Hall á Argjum.
 
 
Umsókn
 
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send til starv@gjaldstovan.fo 
Umsóknin skal hava frámerkið “KT mennari til Búskaparskipan Landsins”.
 
Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dáva Johannesen, deildarleiðara, á 35 24 85 ella 21 24 41 og davur@gjaldstovan.fo 
 
Umsóknarfreistin er hósdagin 4. juni 2020.
 
  
Gjaldstovan hevur, síðan hon varð stovnað í 1939, verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Í dag stuðlar KT undir alt arbeiðið á stovninum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá Gjaldstovuni, sum umsitur roknskap, løn og KT fyri landið. Verkætlanin Talgildu Føroyar er eisini staðsett á Gjaldstovuni.
 
Gjaldstovan húsast í Albert Hall á Argjum. Vit eru gott 60 starvsfólk á Gjaldstovuni, og 5 teirra eru á deildini í Klaksvík, ið stendur fyri menningaruppgávunum í Búskaparskipan landsins. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast og skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum.

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024