Lýsing

Handverkarar til P/F Fjarhitafelagið

Søkt verður eftir tveimum handverkarum at byrja skjótast gjørligt. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, í avbjóðandi umhvørvi. Felagið stendur fyri at skula gera stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku, so talan er um eitt framsøki og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.

Førleikakrøv:
Vit søknast eftir tveimum handverkarum, rørsmiðum, maskinsmiðum ella elektrikarum. Vit leggja dent á at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur og nærlagdur.

Arbeiðsuppgávur:
Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan, fevnir starvið um viðlíkahald av netinum, eftirlit við útbyggingum, kundatænastur, o.a. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi felag.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til
Fjarhitafelagið P/F
Smyrilsvegur 13
Postrúm 3215
110 Tórshavn
Ella sum teldupostur: fjarhiti@fjarhiti.fo

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2020 Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á telefon 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo 

Aftur
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025