Lýsing

Heilsurøktari til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir
Heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. september 2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Endamálið við starvinum er at tryggja eina dygdargóða tænastu í tøttum samstarvi við deildar- og varadeildarleiðara.
Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív í egnum heimi – hóast førleikatarn.
 
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsurøktari.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
-       NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
-       NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-       Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
 
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum KAF og Heilsurøktarafelagið
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tel. 793440 ella við telduposti til katrinha@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
 
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 13. juli 2020.
 

Aftur
Maskin­fólk til Føroya Bjór
Umsóknarfreist:
31. des 2025
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026