Lýsing

Heilsurøktari til Sambýlið í Bøgøtu

Vit sóknast eftir
Heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. august 2020 ella so skjótt til ber. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.
NBH tilskilar sær rætt til at seta ein heilsuhjálpara, um eingin heilsurøktari søkir starvið.
Endamálið við starvinum at tryggja eina dygdargóða tænastu við støði í tørvi hins einstaka.
Á Sambýlinum í Bøgøtu búgva 7 fólk, og er serliga ætlað teimum, sum hava fingið eina demenssjúku.
 
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsurøktari.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu. Royndir og útbúgving innan eldra- og demensøkið kann vera ein fyrimunur.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við nógvum fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
-        NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-        Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing
 
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, deildarleiðara, á tel. +298 793425 ella við telduposti til meibrittd@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
 
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 13. juli 2020.
 
 

Aftur
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Maskinførari
Umsóknarfreist:
22. mar 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024