Lýsing

Elektrikari til El.fo

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum elektrikara til El.fo til fjølbroyttar arbeiðsuppgávur innan elektrikaraøkið. Ynskir tú at vera partur av einum toymi, har arbeiði av høgari góðsku og trivnaði eru í hásæti, er EL.fo møguliga júst nakað fyri teg.

Útbúgving og royndir:

Vit vænta at tú:
· Ert útbúgvin elektrikari
· Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir innan elektrikaraarbeiði.

Persónligir eginleikar:

Vit vænta av tær, at tú hevur fylgjandi eginleikar: · Ert álítandi og vísir øðrum virðing
· Hevur lætt lyndi og ert hugagóður/góð
· Hevur góð samstarvsevni og ert fleksibul.

· Ert ábyrgdarfull/ur og miðvís/ur.
· Kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Setanarviðurskifti:

Starvið sum elektrikari verður løn sambært avtalu. Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Jógvan Elias Jakobsen, stjóra, tel. +298 739500 ella skriva teldupost til el@el.fo.

Umsókn:

Umsóknir kunnu sendast í telduposti til el@el.fo ella við posti til El.fo, Gamli Velbastaðvegur 43B, 100 Tórshavn. Rætti umsøkjarin byrjar skjótast til ber.

Um El.fo:

El.fo starvast við øllum innan el-arbeiði og er ein heildarveitari av elektriskum anleggum og skipanum til sterkstreym og veikstreym. Vit leggja okkum eftir at fara eins væl um okkara starvsfólk sum við okkara kundum,soleiðis at øll sum starvast hjá EL.fo, kenna seg sum ein eins týdningarmiklan part av fyritøkuni.

Aftur
Djóralækni til Bakkafrost
Umsóknarfreist:
2. nov 2025
Føðslu­atstøðari til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Umsóknarfreist:
28. okt 2025
Starvs­fólk til Bókabúð­ina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Sjúkrarøktar­frøð­ingur til Svøvnkøvu ambu…
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Vit søkja eftir sølufólki til uppisjóvar…
Umsóknarfreist:
30. nov 2025
Førari til pumpubil
Umsóknarfreist:
10. nov 2025
Ambulansuviðgeri til Sjúkraflutningstæna…
Umsóknarfreist:
2. nov 2025
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
6. nov 2025
Lands­grannskoðanin søkir vaskifólk
Umsóknarfreist:
3. nov 2025