Lýsing

Starvsfólk við kostfakligari útbúgving til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir

Starvsfólki við kostfakligari útbúgving til Norðoya Ellis- og Vistarheim á starvsbrøki 0.625 at byrja hálvan august 2020 ella eftir nærri avtalu.

Endamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum á Norðoya Ellis- og Vistarheimi góðan og føðsluríkan kost eftir tørvi.

Talan er um spennandi starv, har tú, í tøttum samstarvi við búfólk og starvsfólk, fært møguleika fyri støðugt at menna eina dygdargóða tænastu til tey tíggju fólkini, sum búgva á heiminum. Tín uppgáva verður at taka tær av øllum, ið hoyrir til matgerðina - tvs. leggja matarætlan, fremja innaneftirlit, keypa inn, gera mat, borðreiða, rudda/vaska upp og gera reint eftir matgerð.

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst kostfaklig útbúgving – t.d. føðsluatstøðari ella -tøkningur. Royndir innan kostfakliga økið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú:

hevur góð evni at gera góðan og føðslurættan mat
ert samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
ert røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur
ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss við nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
-  NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
-  NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-  Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir

Verða sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, KAF og Kost- og føðslufelagið.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra í NBH, á tel. 793400 ella við telduposti til

marnae@nbh.fo
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu,

Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er mánadagin 3. august 2020.

Aftur
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025