Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsuhjálparar til Heimatænastuna

Vit sóknast eftir
-       Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,5 frá 1. september 2020 ella eftir nærri avtalu
-       Heilsuhjálpara á setanarbrøki 1,0 frá 1. september 2020 ella eftir nærri avtalu
-       Heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,7 frá 1. september 2020 ella eftir nærri avtalu
Arbeiðstíðin hjá sjúkrarøktarfrøðingum er um dagin, kvøldið, náttina og 3. hvørt vikuskifti.
Arbeiðstíðin hjá heilsuhjálparum er um dagin, kvøldið og 2. hvørt vikuskifti.
Høvuðsendamálið við størvunum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja eina dygdargóða tænastu við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.
Tænastan hjá sjúkrarøktarfrøðingum fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing. Tænastan verður í størsta mun veitt heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum, men fevnir somuleiðis um búeindirnar hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.
Heilsuhjálparar veita heimabúgvandi borgarum persónliga hjálp, røkt og stuðul.
 
Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast útbúgving sum ávikvist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsuhjálpari.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og hug og hegni til at arbeiða heima hjá borgarum í Norðoyggjum og soleiðis stuðla teimum í at búleikast heima sum longst. Somuleiðis vænta vit, at tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum og harvið ymiskar arbeiðsuppgávur frá degi til dags.
Útbúgving og royndir innan demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.
Vit kunnu bjóða tær eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum, góðum samstarvsfeløgum og góðari innleiðslu.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:
-       NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
-       NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
-       Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
 
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum FMR/KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tel. +298 793470 ella við telduposti til perj@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella
Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
 
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 19. august 2020.
 

Aftur
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025