Lýsing

Sølufólk til Reyni Service

Reyni Service er umboð fyri Toyota í Føroyum, og harumframt selur fyritøkan brúktar bilar av flestu merkjum. Fyritøkan, ið er ein av førandi bilhandlarum í Føroyum, var stovnað í 1947, og er framvegis ein fyritøka í støðugari menning. Síðani 1985 hevur fyritøkan verið væl umboðað í Klaksvík.

Vit søkja eftir sølufólki at byrja skjótast gjørligt á deildini í Klaksvík. Vit hava eitt nýmótans bilhús við øllum hugsandi hentleikum. So um tú kanst virka í einari framkomnari bilsølu, har kundin er í hásæti, er tað kanska tær vit leita eftir.

Um so er at kanst líka fylgjandi krøv:

  • Áhuga fyri sølu
    Kanst arbeiða sjálvstøðugt, ábyrgdarfult og málrættað
  • Ert íðin, álítandi og tænastusinnað/ur
  • Hevur eitt gott sinnalag og samstarvsanda, eisini tá tú hevur nógv jørn í eldinum
  • Tað er umráðandi at tú ert kappingarsinnað/ur, sjálvbjargin, nærlagdur/løgd, við góðum samskiftiskunnleika og telduførleika. Eisini er tað ein fyrimunir, um tú hevur áhuga fyri bilum og royndir innan sølu.

Tínar skyldur:

  • Søla av nýggjum og brúktum bilum
  • Handfaring av ymsu  uppgávunum, ið eru í samband við sølu av bilum
  • Viðskiftatænasta á høgum støði
  • Virka fyri kundanøgdsemi og trúfesti í samband við sølu

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv
  • Góðar starvsfelagar
  • Løn eftir førleikum
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • Gott arbeiðsumhvørvi

Allar umsóknir og fyrispurningar til starvið verða viðgjørdar í trúnaði.

Freistin at søkja starvið er 31. aug, 2020

 

Umsóknir skulu sendast til:
Reyni Service
Klingrugarður 3
700 Klaksvík
Stílað: Sámal av Reyni
Ella teldupost: sr@rs.fo

Aftur
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024