Lýsing

Roðin Økistænastan søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til heimatænastuna

Talan er um eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðafarloyvi.

Starvsbrøkurin er 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru um dagin, mánadag til

fríggjadag. Starvið er til setan frá 1. oktober 2020 til 1. sep 2021.


Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði

og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima. Endamálið er at

fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, endurmenna

mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og

umsorgan.

 

FØRLEIKAKRØV

• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

• Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing

• Góð evni at samskifta í skrift og talu

• Hug at arbeiða og samstarva í einum tvørfakligum toymi.

• KT-førleika á brúkarastøði

• Fyrimunur er um umsøkjari hevur breiðar kliniskar royndir

 

VIT BJÓÐA TÆR

• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum

• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

 

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir

Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni

Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo 

 

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til

rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til heimatænastuna”

Umsóknarfreistin er 17. august 2020.

 

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:

• Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða

og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

• At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og

sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.

• At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar

kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024