
Savnsvørður til livandi siðaarvin
Tjóðsavnið søkir eftir savnsvørði til fólkalívsdeildina at seta í starv fulla tíð frá 1. november 2020.
Høvuðsuppgávan hjá savnsvørðinum verður at arbeiða við UNESCO-sáttmálanum um verju av siðaarvi. Harumframt skal savnsvørðurin arbeiða við øllum vanligum savnsuppgávum og taka lut í tvørgangandi verkætlanum á Tjóðsavninum.
Uppgávurnar í sambandi við sáttmálan um verju av siðaarvi eru fjølbroyttar. Endamálið við sáttmálanum er at skapa siðaarvinum livilíkindi, so kunnleikin til og vitanin um siðaarvin kunnu verða førd víðari til komandi ættarlið.
Ein týðandi partur av arbeiðinum er at samstarva við feløg og áhugabólkar, sum útinna siðaarv, um at verja og skapa kunnleika til siðaarvin. Savnsvørðurin skal eisini samstarva við aðrar viðkomandi stovnar, eitt nú á útbúgvingarøkinum.
Savnsvørðurin skal menna skránna “Livandi mentan”, sum er skrá yvir siðaarv í Føroyum. Arbeiðið fevnir um at savna, skráseta, granska í og miðla tilfarið, bæði við framsýningum og á heimasíðu. Í samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðið skal savnsvørðurin samskipa tilnevningar av føroyskum siðaarvi til UNESCO listarnar. Eisini skal savnsvørðurin taka lut í viðkomandi norðurlendskum og altjóða samstarvi.
Savnsvørðurin verður settur á fólkalívsdeildini, sum hevur savn fyri yngri tíð, har ábyrgdarøkið er at savna inn, skráseta, varðveita, granska, miðla og sýna fram materiella og immateriella mentanararv landsins.
Førleikar:
Vit vænta, at tú hevur:
‐ hægri útbúgving innan mentanarligu fakini sum søgu, mentanarsøgu, fólkalívsfrøði, fólkaminnisfrøði ella mannfrøði (antropologi)
‐ góð evni at samskifta við ymisk fólk
‐ serligan áhuga fyri siðaarvi, søgu og mentanarfatan
‐ góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum og enskum
‐ góð miðlanarevni í skrift og talu
‐ góð evni at skipa tín egna arbeiðsdag
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Vit kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað, spennandi og avbjóðandi starv. Tann, ið settur verður, skal vera ágrýtin og kunna arbeiða sjálvstøðugt við egnum hugskotum eins og við bundnum uppgávum.
Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleifh@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Tjóðsavnið
Kúrdalsvegur 15
Postrúm 1155
110 Tórshavn, ella sum PDF-skjal til savn@savn.fo
Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. september 2020
Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgávan hjá Tjóðsavninum er at savna inn, skráseta, varðveita og granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitur lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Savnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.
Sáttmálin um verju av siðaarvi varð settur í gildi fyri Føroyar í oktober 2018. Við at taka undir við sáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at seta í verk skipanir og tiltøk, ið eru við til at fáa vitan um og kunnleikan til siðaarvin bornan víðari til komandi ættarlið. Siðaarvur er siðvenjur, ímyndir, framburðir, vitan, dugnaskapur, eins og tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm, ið havi tilknýti til siðaarvin, og sum samfeløg, bólkar og í einstøkum førum einstaklingar viðurkenna sum part av sínum mentanararvi. Sáttmálin varð í august 2020 lagdur til Tjóðsavnið at umsita.
26. jul 2025

15. jul 2025

15. jul 2025

10. jul 2025

7. jul 2025

7. jul 2025

13. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025
