
Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsuhjálpari til Sambýlið á Heygnum
Vit sóknast eftir
- Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. november 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
- Heilsuhjálpara í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,8 frá 1. oktober 2020 ella eftir nærri avtalu og eitt ár fram. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Endamálið við størvunum er at tryggja eina dygdargóða tænastu í tøttum samstarvi við deildarleiðaran.
Á Sambýlinum á Heygnum eru 12 búpláss og 3 pláss til samdøgursrehabilitering.
Samdøgursrehabilitering, sum komandi ár verður víðkað við tveimum plássum, er eitt tilboð til heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, ið hava fingið afturgongd í førleikastøðuni og hava ynski um og tørv á at endurvinna mistar førleikar og at megna gerandisdagin á best møguligan hátt.
Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast ávikavist útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur og útbúgving sum heilsuhjálpari.
Útbúgving og royndir innan eldraøkið og rehabilitering kunnu vera ein fyrimunur.
Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri og ein jaligan hugburð til rehabilitering, góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tel. 793410 ella við telduposti til solgerdv@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 17. september 2020.
15. jul 2025

10. jul 2025

13. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025

7. jul 2025

26. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025
