Lýsing

Skrivstovufólk til Búnaðargrunnin

Søkt verður eftir avloysara fyri eitt av starvsfólkum okkara. Talan er um eitt farloyvisstarv til 31. desember 2021.

 

Ynskið er, at tað ber til at taka við starvinum í byrjanini av november. Fyrstu tíðina verður tá møguligt at arbeiða saman við verandi starvsfólki.

Um starvið

Tínar uppgávur verða m.a.:

· at umsita journalskipanina

· at umsita móttøkuna

· at fyrireika tilfar til stýrisfundir

· at hjálpa til við málsviðgerð

Starvsstaðurin er í Tórshavn og løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Um teg

Vit hugsa okkum, at tú m.a. hevur hesar fakligu førleikarnar:

· viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir innan skrivstovuøkið

· hollan kunnleika og royndir at brúka journalskipanina 360

· dugir væl at skriva føroyskt og dugir væl at skipa tínar uppgávur

· góðan kunnleika til vanlig skrivstovuforrit sum Word og Excel

· innlit í bókhald og roknskap

Harumframt leggja vit dent á, at tú ert røkin og álítandi, at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og at tú hevur góð samstarvsevni.

Um Búnaðargrunnin

Búnaðargrunnurin er skipaður við løgtingslóg og endamálið er at veita fígging til menning av føroyskum landbúnaði. Fígging verður veitt sum lán og sambært nærri ásetingum eisini sum studningur. Búnaðargrunnurin húsast í R.C. Effersøesgøtu 4 í Tórshavn, har 5 fólk starvast.

Umsókn

Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. september 2020. Umsókn v.m. skal sendast við telduposti til bg@bg.fo 

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Egon Joensen, stjóra, á telefon 551515 ella egon@bg.fo 

Aftur
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
Umsóknarfreist:
12. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Kunda­ráð­gevi til Føroya Banka í Klaksvík
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026