Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Heilsurøktari og heilsuhjálpari til Heimið við Vágna

Vilt tú vera við til at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Heiminum við Vágna, so er tað tær vit sóknast eftir!

Vit sóknast eftir

  • Heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. mai 2018, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri hægri/lægri brøki
  • Heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. mai 2018, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri hægri/lægri brøki

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna eru 24 pláss, skipað í tríggjar eindir. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á 2 eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi - hóast førleikatarn.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Heiminum við Vágna tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum heilsurøktari og heilsuhjálpari
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
  • Góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða

  • Fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðug størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Merry Hansen, deildarleiðara, á tlf. +298 793440.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 18. apríl 2018.