Lýsing

Lærarar í ítrótti og sponskum

Miðnám á Kambsdali søkir eftir lærarum til lærugreinarnar spanskt og ítrótt.
 
Í sponskum er talan um eitt ¾ avloysarastarv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi.
Í ítrótti er talan um ¾ tímalærarastarv, sum kann gerast fast starv.
 
Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.

Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.


Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:
 
-       at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
-       at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
-       at leggja undirvísingina til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
-       at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali
 
Harafturat verður dentur lagdur á:
-       at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga
-       at tú hevur góðar KT førleikar
 
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
 
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 24. september 2020. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo.


Spurningar um størvini kunnu setast Páll Isholm, rektara, á pai@kambsdalur.fo.

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.

Aftur
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026