Lýsing

KT mennari

Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn ein dugnaligan mennara.

Stýr veitir loysnir og tænastur, grundaðar á Microsoft tøkni. Vit hava ment fleiri standard loysnir til fyritøkur og hava 150 virknar kundar í Føroyum og í Danmark. Okkara ískoytisloysn Easy Collection hevur staðið Certified for Microsoft Dynamics góðkenningina og sølan uttanlands hevur tikið dik á seg.

Tú hevur

  • Royndir við menning í Microsoft umhvørvinum (VS code, MSSQL v.m.)
  • Web og app menning
  • Kunnleika til MS Dynamics NAV ella líknandi skipan.
  • Áhuga fyri KT skipanum til fíggjarstýring.
  • Útbúgving sum KT verkfrøðingur, teldustøðingur ella samsvarandi royndir
  • Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
  • Áhaldandi og miðvísur

Vit bjóða tær

  • Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
  • Hollar og hjálpssamar starvsfelagar
  • Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
  • Bestu staðseting í býnum
  • Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo  ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.


Umsókn
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 21. september 2020.
Stýr Sp/f
Undir Bryggjubakka 13
FO-100 Tórshavn
Telefon: +298 551550

www.styr.fo 

Aftur
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Timburlærlingur
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Laboratoriuteknikari ella laborantur til…
Umsóknarfreist:
11. jan 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026