Lýsing

Skiparar til bátarnar hjá Faroe Agency

Søkt verður eftir tveimum skiparum til bátar okkara Mariu og Onnu at byrja 1. Okt 2020 ella eftir avtalu.
Arbeiðs- og vaktarskipanin verður skipað 50/50
Arbeiðstíðin er ein vika um borð og ein vika frí.
Umstøður eru ikki at búgva um borð.
 
Høvuðsuppgávan er:
At virka sum skipari í tøttum samstarvi við havnamyndugleikarnar og leiðsluna hjá Faroe Agency.
At hava eftirlit við at trygdin er í tráð við føroysk krøv og at tryggja trygdina hjá hvørjum einstøkum umvegis skilagóðar arbeiðsgongdir.
At  tryggja gott samstarv við myndugleikar og samstarvsfelagar í landi.
 
Sum skipari vænta vit at tú hevur:
Útbúgving sum heimaskipari ella betri.
Heilsuváttan ( bláabók ).
Trygdarskeið fyri sjófólk.
Gmdss ROC ella GOC
Góðan málførleika at samskifta á føroyskum og enskum.
Ert røkin og kann arbeiða sjálvstøðugt, at tú ert fyrikomandi og kann taka við avbjóðingum.
 
Setanar- og lønarviðurskifti.
Setanartreytir og løn  verður eftir avtalu.
 
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til :
Faroe Agency P/F
Yviri við Strond 23
FO-100 Tórshavn
Ella á teldupost : ker@faroeagency.fo 
Nærri upplýsingar kunnu fáast við a t venda sær til Karl-Erik Reynheim á tlf 23 19 93

Aftur
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026
Sølufólk til Posta
Umsóknarfreist:
22. mar 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
27. mar 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Lýsing eftir starvs­fólki til Skálagarð í…
Umsóknarfreist:
25. mar 2026