Lýsing

Starvsfólk til bedingsarbeiði á Klaksvíkar Sleipistøð

Á KSS hava vit úr at gera, og okkum tørvar eitt raskt arbeiðsfólk til bedingsarbeiði. Hetta fevnir m.a. um at vera við til at taka skip upp, at trýstspula, at skifta zink og at mála.

Vit vænta av tær, at tú ert ágrýtin og ikki bangin fyri at bretta uppum armar í einum umhvørvi, har nógv er at gera, og har ting til tíðir henda skjótt.

Starvið er fulla tíð. Løn og setanartreytir eru sambært avvarandi sáttmála. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.

Um hetta kundi verið nakað fyri teg, send so eina umsókn til kss@kss.fo í seinasta lagi 30. september 2020.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á

esther@kss.fo 

KSS er ein nútímans fyritøka, har alt vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt fyri bæði skip og virkir alt samdøgrið.

Við sínum uml. 70 starvsfólkum er KSS eitt av størstu arbeiðsplássunum í Norðoyggjum.

Aftur
Laborantur til Havsbrún
Umsóknarfreist:
26. apr 2026
Arbeiðs­fólk til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
20. apr 2026
Byrja tína starvsleið sum næmingur í Nor…
Umsóknarfreist:
1. mai 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
20. apr 2026
Skrivstovu­fólk til fyrisiting­ina á TSK (…
Umsóknarfreist:
24. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Lærari til EL-deildina á TSK (fulltíðars…
Umsóknarfreist:
27. apr 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026