Lýsing

Heilsuhjálpara til Norðoya Røktarheim

Vilt tú vera við til at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Norðoya Røktarheimi, so er tað tær, vit sóknast eftir!

Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,7 at byrja 1. mai 2018, ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum heilsuhjálpari
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
  • Góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða

  • Fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. +298 793430.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 20. apríl 2018.

Aftur
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024