Lýsing

Starvsfólk til kantinuna á Klaksvíkar Sleipistøð

Á KSS hava vit úr at gera, og okkum tørvar eitt starvsfólk til matarskipanina hjá okkum. Talan er um at fyrireika matin, seta hann á borðið og rudda aftaná. Eisini fevnir starvið um vøruinnkeyp.

Vit vænta av tær, at tú ert ágrýtin og ikki bangin fyri at bretta uppum armar í einum umhvørvi, har nógv er at gera, og har ting til tíðir henda skjótt. Í starvinum er týdningarmikið at kunna arbeiða sjálvstøðugt.

Starvið er mett til 30 tímar um vikuna. Løn og setanartreytir eru sambært avvarandi sáttmálum. Starvsbyrjan er 2. november 2020.

Um hetta kundi verið nakað fyri teg, send so eina umsókn til kss@kss.fo í seinasta lagi 30. september 2020.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á

esther@kss.fo 

KSS er ein nútímans fyritøka, har alt vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt fyri bæði skip og virkir alt samdøgrið.

Við sínum uml. 70 starvsfólkum er KSS eitt av størstu arbeiðsplássunum í Norðoyggjum.

Aftur
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Maskin­fólk til Føroya Bjór
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Timburlærlingur
Umsóknarfreist:
5. jan 2026